Musk á palli við motorsag

Tøkni-miliaarderurin Elon Musk, sum er partur av toyminum kring amerikanska forsetan, Donald Trump, var á konservativu politisku virkisráðstevnuni í statinum Maryland í nátt okkara tíð.

Elon Musk við gávuni frá argentinska vininum. - Mynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix

Her fór hann á pallin við motorsag, sum hann fekk í gávu frá forsetanum í Argentina, Javier Milei.

- Hetta er motorsagin til embætisverkið, segði Musk, meðan hann helt reyðu motorsagini uppi í luftini.

Á motorsagini er skrivað spanska slagorðið hjá Milei.

"Viva la libertad, carajo", sum kann umsetast sum "Leingi livi frælsi, forbannað".

Undir Trump hevur Musk fingið til uppgávu at finna sparingar í samveldisgeiranum í USA.

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

Elon Musk við gávuni frá argentinska vininum. - Mynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix