Í sambandi við, at Berg Motors nú eisini umboðar bilmerkini, Peugeot, Citroen, Opel og Fiat, verður opið hús við Staravegin fríggjadagin 15. og leygardagin 16. mars, har høvi verður at síggja nýggju bilarnar.
Frammanundan umboðar Berg Motors merkini, Suzuki, Subaru, JAC, BYD vørubilar, Aiways og Scania. Sostatt eru heili 10 bilmerkir savnaði á einum og sama staði.
Peugeot, Citroen, Opel og Fiat verða sýndir fram í nýggju framsýningarhølunum hjá Berg Motors.
Umframt persónbilar er eisini eitt sera breitt úrval av vørubilum, sum t.d. Fiat Professional.
Eftirspurningurin eftir elbilum er vaksin nógv, og fleiri av nýggju bilunum eru elbilar.
Berg Motors er ein av elstu bilasølum í landinum. Byrjað varð við amerikansku Rambler-bilunum í 1960. Síðan hevur fyritøkan selt nógv ymisk bilmerkir.
Frá Berg Motors verður sagt, at øll eru vælkomin til opið hús fríggjadagin 15. og leygardagin 16. mars. Opið er fríggjadagin frá klokkan 8-16 og leygardagin frá klokkan 10-15.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##