Í dag kom svenska løgreglan út við dronumyndum, sum vístu bilar í samanstoyti á motorvegi í gjár.
Vanlukkurnar hendu á motorvegunum E4 og E18 kring svenska býin Uppsala, sum liggur norðan fyri Stokkhólm.
Løgreglan fekk fráboðan um vanlukkuna á E4 umleið klokkan 10 í gjár, har umleið tíggju bilar høvdu rent saman. Tað upplýsir tíðindastovan TT.
Nakrar tímar seinni fingu teir eina aðra fráboðan, hesaferð frá E18, har upp í 100 bilar endaðu við at vera við.
Tilsamans eru 120 fólk flutt á fleiri sjúkrahús í býunum Uppsala, Enköping, Västerås og Stockholm.
Fleiri høvdu álvarsligan skaða, men tey flestu vóru útskrivað í gjárkvøldið.
/Ritzau/
Sunnudagin deildi svenska løgreglan dronumyndir frá vanlukkunum, sum vístu tey mongu akførini í ferðsluvanlukkunum. - Mynd: 10510 Løgreglan/Ritzau Scanpix