Nakað heilt serligt at binda blómur til jarðarferðir 

- Vit vilja altíð gera okkara til, at seinasta heilsanin til ein kæran verður eitt vakurt og virðiligt farvæl, sigur Beinta Vilmundsdóttir í Orkis í Saltangará

Í blómuhandlinum Orkis leggja tey stóran dent á at vegleiða og ráðgeva avvarðandi, vinum og kenningum um, hvussu tey við blómum, kransum ella øðrum prýði kunnu siga einum kærum, sum farin er um sýn, eitt vakurt og virðiligt seinasta farvæl.

- Vit geva okkum stundir at ráðgeva og hjálpa viðskiftafólki, um tey eru í iva, sigur Beinta Vilmundsdóttir í Orkis. 

Tað var hin 7. september í 2021, at Beinta og sambúgvi hennara, Fróði Poulsen, keyptu handilin, har Beinta sjálv lærdi til blómubindara. 

Tá tey keyptu blómuhandilin við Heiðaveg 49 í Saltangará, valdu tey at dagføra allan handilin og seta síni sermerki á bæði handil og útboð. 

– Vit hava viðskiftafólk úr øllum heraðshornum, og vit fáa góðar afturmeldingar frá fólki, sum koma á gátt. Fólk eru glað fyri handilin. Vit hava nógv viðskiftafólk, sum javnan koma á gátt, og tað er næstan ikki dagur, at vit ikki eisini síggja nýggj andlit inn á gólvinum.

Beinta vísir á, at konseptið við Orkis er júst hitt sama, sum tað hevur verið í mong ár, og tað eru altíð nýggju, frísku og vøkru blómurnar, sum eru í miðdeplinum.

 

Blómur og kransar

Tá jarðarferðir eru, og avvarðandi, vinir og kenningar vilja siga eitt vakurt farvæl við blómum ella kransi, hevur Orkis alt, sum viðskiftafólk spyrja eftir. 

- Vit hava børuprýði, standandi kransar við bandi, liggjandi kransar, og vit hava blómutyssi. Vit hava dekoratiónir, sum kunnu vera formaðar sum hjarta ella krossur, og vit hava liggjandi dekoratiónir við bandi, sum er ein blómusamling. 

Beinta Vilmundsdóttir vísir á, at Orkis roynir altíð at ganga ynskjunum hjá viðskiftafólki á møti, og í handlunum leggja tey stóran dent á at møta viðskiftafólki í eygnahædd.

- Ynskir onkur at pynta grøvina hjá einum, sum farin er, gera vit eisini gravarprýði, sum kann vera eitt ílat við plantum ella eitt liggjandi bundið blómutyssi, sigur hon. 

Orkis tekur sær eisini av at pynta kirkjur og samkomuhús í samband við jarðarferðir og ervi, og her hevur handilin eisini vasar til leigu at seta á altarið, í vindeyguni ella á borðini til ervi.

- Alt hetta, eg her havi nevnt, kunnu fólk bíleggja um okkara heimasíðu - www.orkis.fo. Fólk eru altíð vælkomin at ringja á tlf. 448289, og øll eru sjálvsagt hjartaliga vælkomin á gátt í Saltangará, sigur Beinta. 

Orkis sendir blómur og kransar um alt landið í samband við jarðarferðir. Vøran fer við Posta, men er tað í nærumhvørvinum í Eysturoy, miðstaðarøkinum í Suðurstreymoy, Klaksvík, Vágum og Sandoynni, nú vegasambandið er so gott, koyra tey ofta vøruna út sjálvi. 

 

##med2##

 

Sorgar- og gleðisdagar

Orkis bindir blómur til allar kenslur - tað veri seg í gleði sum í sorg.

- Vit binda til jarðarferðir, og vit binda til føðingardagar, merkisdagar, konfirmatiónir, brúdleyp, mammu-og pápadagar, valentine og ymiskar móttøkur.

Beinta Vilmundsdóttir ásannar, at tað altíð er nakað heilt serligt at binda til jarðarferðir, og her verður stórur dentur lagdur á, at arbeiðið verður væl og virðiliga úr hondum greitt.

- Vit vilja altíð gera okkara til, at seinasta heilsanin til ein kæran verður eitt vakurt og virðiligt farvæl, sigur hon.

Á heimasíðuni www.orkis.fo er eitt rúm ovast á síðuni, sum kallast jarðarferð, og her sæst ein partur av útboðnum hjá blómuhandlinum í Saltangará.

 

##med3##