Nations League: Sigrar til Danmark og Týskland

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í fyrru fjórðingsfinalunum

Rasmus Højlund var sigursmálskjútta hjá Danmark (Mynd: Ritzau/Scanpix)

Kroatia og Danmark á heimavølli, og Týskland á útivølli vunnu fyrru fjórðingsfinalurnar í Nations League. Fjórða fjórðingsfinalan millum Niðurlond og Spania endaði við javnleiki.

 

Danmark fær rós frá donskum miðlum fyri at hava spælt besta dystin í trý ár. Danmark vann 1-0 á Portugal við sigursmáli hjá Rasmus Højlund, ið hevur havt ein longri málturk.

 

Frakland liggur aftaná 0-2 tap fyri Kroatia til at enda í HM-undankappingarbólki saman við Føroyum. 

 

Úrslit og málskjúttar:

 

Kroatia-Frakland 2-0 (2-0)

1-0 Ante Budimir ('26 )

2-0 Ivan Perisic ('45 )


Danmark-Portugal 

 

1-0 Rasmus Højlund ('78 )


Italia-Týskland 1-2 (1-0)

1-0 Sandro Tonali ('9 )

1-1 Tim Kleindienst ('49 )

1-2 Leon Goretzka ('76 )


Niðurlond-Spania 2-2 (1-1)

0-1 Nico Williams ('9 )

1-1 Cody Gakpo ('28 )

2-1 Tijani Reijnders ('46 )

2-2 Mikel Merino ('90 )

 

Rasmus Højlund var sigursmálskjútta hjá Danmark (Mynd: Ritzau/Scanpix)