- Latið okkum vera erlig: Tað besta, vit kunnu geva Ukraina, er limaskapur í NATO, segði hon á einum pallborðsorðaskifti um Ukraina í á stórari trygdarráðstevnu í München.
- Tað er bíligasti og lættasti mátin at verja lond transatlantiskt.
Mette Frederiksen ger fleiri ferðir vart við, at "summir góðir, stórir sameindir" ikki halda, at Ukraina skal vera partur av verjusamgonguni.
Ein slíkur sameindur kundi verið USA.
Fyrr í vikuni kom amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, við fleiri ørkymlandi fráboðanum í Brússel.
Her segði verjumálaráðharrin hjá Donald Trump, at Ukraina skal geva øki upp til Russland sum liður í eini friðarloysn.
Ukraina skal eisini gevast við dreyminum um limaskap í NATO, og USA fer ikki at senda hermenn til Ukraina sum liður í eini friðarloysn, segði Hegseth.
Við hesum breyt hann við ta linju, sum Danmark og onnur NATO-lond høvdu tikið undir krígnum. Her hevur málið verið ein hernaðarligur sigur til Ukraina ella russisk afturtøka. Og so, í longdini, ukrainskan NATO-limaskap.
Áðrenn pallborðskjakið við Mette Frederiksen byrjaði, var forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, á pallinum í München.
Her segði hann millum annað, at hann ikki fer at taka NATO-limaskapin "av borðinum".
Hann upplýsti eisini, at Ukraina ongantíð fer at góðtaka eina friðaravtalu, sum Ukraina ikki hevur verið við í.
Andstøðuleiðarin í Týsklandi, formaðurin í CDU, Friederich Merz, bar sama boðskap til pallborðskjakið aftaná.
- Tað hevði verið óhóskandi, um USA og Russland samráðast uttan at Ukraina og Evropa vóru við borðið, segði hann.
Í kjakinum reisti Mette Frederiksen málið um, at eitt land í kríggi kann hava skjótari vápnaframleiðslu enn Evropa.
Tørvur er á at "broyta okkara hugburð", segði forsætisráðfrúan, sum eisini enn einaferð segði, at "reyðu linjurnar" fyri Ukraina skulu fara burtur.
- Tað elvir teimum bara til nógvar trupulleikar, segði hon.
Í pallborðskjakinum luttóku eisini forsætisráðharrin í Svøríki, Ulf Kristersson, og forsetin í Kekkia, Petr Pavel.
/Ritzau/