Nato-leiðarin: Samrøður um Ukraina verða ikki lættar

Í dag gjørdi Mark Rutte viðmerkingar til amerikansku royndirnar at fáa í lag eina vápnavíld í krígsherjaða landinum

Nato-ovastin, Mark Rutte, ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, og særdur hermaður í Odessa í dag

Nato-ovastin, Mark Rutte, legði Russland undir eitt ræðuligt mynstur í sínum álopum á sivil í Ukraina.

 

Hetta gjørdi hann, tá hann hitti ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj í ukrainska svartahavsbýnum, Odessa í dag. 

 

Í dag gjørdi Mark Rutte viðmerkingar til amerikansku royndirnar at fáa í lag eina vápnavíld í krígsherjaða landinum. 

 

Hesar samrøður eru ikki lættar, serliga ikki í kjalarvatninum av ræðuligu valdsgerðunum.

 

- Men, vit stuðla øll royndunum hjá Donald Trump at fáa frið í lag, legði hann aftrat.

 

Um vikuskiftið vórðu 35 fólk dripin og fleiri enn hundrað vórðu løstað í russiskum álopum á býin, Sumy í Ukraina.

 

 

 

 

 

Nato-ovastin, Mark Rutte, ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, og særdur hermaður í Odessa í dag