H71-kvinnurnar vóru á finalukós í seinnu Faxe Kondi hálvfinaluni. Hoyvíkskvinnur vóru á odda 22-21 - og samlað 44-42 - í Hoyvíkshøllini. Tá vóru fimm minuttir av dystinum.
Men við einum ótrúligum endaspurti eydnaðist tað neistakvinnum at venda 21-22 til ein 25-22 sigur - og ein samlaðan 46-44 sigur - og harvið tryggja sær pláss í finaluni í stórhøllini við Tjarnir.
Neistakvinnur vóru á odda 14-12 í steðginum.
Neistin møtir samlaða vinnaranum av dystinum millum Stjørnuna og Kyndil í finaluni. Kyndil vann fyrru hálvfinaluna 40-30, so tað er dúkað til eina havnarfinalu, um ikki Stjørnan fremur eitt rimmar bragd.
Elsa Egholm var toppskjútti hjá H71 við sjey málum. Bjørk F. Joensen og Anna S. Mikkelsen skutu sjey mál hvør fyri Neistan.
##med2##