Netanyahy sett treyt: Vil hava nøvnni á 33 gíslum

Ísrael "fer ikki víðari við avtaluni" um vápnahvíld í Gazageiranum, fyrr enn landsins stjórn fær ein lista yvir nøvnini á teimum 33 gíslunum, sum palestinska Hamas-rørslan skal lata leys í fyrsta umfari av avtaluni.

Mynd: Eyad Baba/AFP/Ritzau Scanpix

Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í eini fráboðan sambært tíðindastovuni Reuters.

Enn er ikki greitt, hvat Netanyahu meinar við at "fara fram" við avtaluni.

 

 

Mynd: Eyad Baba/AFP/Ritzau Scanpix