Niclas á Líðarenda fekk heiðurskjal Poul E. Petersen

Ársins Ítróttafagnaður er í Løkshøll í kvøld

Kendi fótbóltsdómarin, Niclas á Líðarenda fekk heiðurskjal Poul E. Petersen á ársins ítróttafagnaði.

 

Heiðurskjalið verður latið persóni, sum hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt í ein mansaldur.

 

Tað var ÍSF-forsetin, Elin Heðinsdóttir Joensen sum handaði Niclasi heiðursskjalið í Løkshøll í Runavík.

 

"Tað er ófatuliga sjáldan at ein dómari fær ein heiður", segði Niclas eitt sindur speiskliga í takkarsamrøðuni í KVF.

 

Niclas sum nærkast teimum 70 dømdi enntá átta fótbóltsdystir í fjør.