Nira veitir ráðgeving til vinnufyritøkur í Føroyum

At veita eina dygdargóða og óhefta ráðgeving til okkara kundar, hevur altíð verið fremsta málið hjá ráðgevingar fyritøkuni Nira, sigur Birgir Nielsen, sum er stjóri og eigari. Nira var stovnað í 2014 og heldur til í Havn.

Tænasturnar frá Nira eru býttar í hesi fýra ráðgevingar økini:

 

Keyp- og søla av fyritøkum

 

Nira veitir ráðgeving til virkiseigarar, sum ynskja ella um­ hugsa at selja sína fyritøku.

 

At selja sína egnu fyritøku er ein avgerð, sum kann krevja eina rúma umhugsunartíð hjá eigara. Tað kann verða at onki náttúrligt generatións skifti er í familjuni og eigarin tí ynskir at selja fyritøkuna til aðra síðu.

 

Alt okkara arbeiði fer fram i størsta trúnaði. Vit virðismeta fyrst fyritøkuna. Síðani gera vit í tøttum samráði við eigaran eitt uppsøkjandi søluarbeiði fyri at finna tann rætta framtíðar eigaran til fyritøkuna.

 

Nira tekur sær av sølu av fyritøkum í øllum støddum og vinnugreinum sigur Birgir Nielsen.

 

Søla av vinnubygningum

 

Nira hevur síðani 2014 selt eitt rímiligt tal av vinnubygningum í Føroyum. Flestu bygningar eru seldir í Tórshavn, men vit hava eisini selt bygningar aðrastaðni, so sum í Klaksvík, Eysturoy, Suðuroy og á Sandi sigur Birgir NIelsen.

 

Vit hava avgjørt higartil bert at fokusera uppá vinnuligar bygningar, har eg meti at vit hava vitan og førleikar, sum okk­ ara kundar fáa ágóðan av. Tá vit fáa eina uppgávu at selja ein vinnubygning, gera vit altíð eina virðismeting. Harnæst gera vit eitt dygdargott sølutilfar. Síðani lýsa vit vinnubygningin á okkara heimasíðu og á portalum og sosialum miðlum. Vit gera somuleiðis uppsøkjandi arbeiði at finna tann rætta keyparan til bygningin.

 

Leiga av vinnuligum hølum og bygningum

 

Nira leigar eisini hølir og bygningar út fyri sínar kundar. Talan hevur verið bæði um skrivstovuhølir, handilshølir og goymsluhølir, sum vit hava leiga út tey síðstu 10 árini.

 

Nira er størst á vinnuliga útleigumarknaðinum í Føroyum

 

og hevur higartil leigað yvir 100 leigumál út, serliga í Tórshavn, men eisini í øðrum økjum í Føroyum.

 

Fyrimunurin at brúka Nira í sambandi við leigumál er sam­ bært Birgir, at vit kenna og hava góðar royndir við leigumarkn­ aðinum, leiguprísunum og at vit fylgja við tørvinum á leigu­ málum og útboðinum av leigumálum.

 

Vit lýsa hølini á okkara heimasíðu og á Facebook. Vit sam­ skifta við møguligar leigarar og vit gerða leigusáttmálarnar so tryggar og góðar fyri bæði eigara og leigara sum gjørligt.

 

Flestu leigumálini sum Nira ger fyri sínar kundar eru lang­ tíðarleiga á 5 ár ella longri.

 

Vinnulig og fíggjarlig ráðgeving

 

Nira veitir eisini ráðgeving í meira breiðari merking til

 

vinnukundar. Vit bjoða okkum fram at veita serliga hesar ráðgevingar uppgávurnar fyri okkara kundar.

 

Dømi um vinnuliga ráðgeving er t.d.ráðgeving og sparring til leiðslur í fyritøkum um ymisk mál og tørvir. Eisini hava vit tikið okkum av at finna leiðandi starvsfólk til fyritøkur.

 

Fíggjarlig ráðgeving hinvegin er vanliga ráðgeving til fyritøkur hvat ið íløgum og fígging viðvíkur.

 

Um ein virkiseigari ella leiðsla í fyritøku hevur spurningar, ella ynskir at fáa ráðgeving frá Nira, so kunnu tit altíð seta tykkum í samband við Birgir Nielsen, stjóra í Nira. Tit kunnu senda teldupost til Birgir Nielsen á birgir@nira.fo ella tit kunnu ringja til Birgir á fart. 514499. Tað ber eisini altíð til at fylgja við á heimasíðuni www.nira.fo

 

##med2##