Nógv á skránni í Løgtinginum hesa vikuna

Fríggjadagin var seinasti framløgudagur í Løgtinginum, og tað sæst aftur í skránni

Seinasti framløgudagur í Løgtinginum var fríggjadagin. Tað merkir, at tá var seinasta freist at leggja mál fyri tingið, sum skulu avgreiðast hesa tingsetuna, sum endar á ólavsøku, tá nýggj tingseta tekur við.

 

Og tað sæst aftur í skánni, at nógv mál eru borin í tingið. Sambært listanum yvir lógaruppskot er 36 mál, sum eru klár til 1. viðgerð.

 

Skráin fyri tingfundi í dag sær soleiðis út:

 

Dagsskráin, mánadagur, 10. mars 2025, kl. 10:00

 

1               3. viðgerð LM-039/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) (Broyting av áseting um lægri veiðigjald, tá ið tøka kvotan minkar serliga nógv og nágreining av veiðigjaldi á lodnu)

 

2               1. viðgerð LM-068/2024 - Uppskot til løgtingslóg um tænastugjald á tóm býli

 

3               1. viðgerð LM-064/2024 - Uppskot til løgtingslóg um at umleggja lán til P/F Firum

 

4               1. viðgerð LM-063/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin) (Um uppgávur og heimildir hjá eftirlitsmyndugleikum o.a.)

 

5               1. viðgerð LM-065/2024 - Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven) og lov om finansiel virksomhed

 

6               1. viðgerð LM-066/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu (Broytt veiðitíð fyri lunda, lomviga, álku og skarv, krøv um at boða frá veiðihagtølum, o.a.)

 

7               1. viðgerð LM-067/2024 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af lov om nordisk samarbejde (Valg af 16 suppleanter til Nordisk Råds danske delegation)

 

8               Umrøða av spurningi SS-005/2024 - Fosturtøkur í føroyska heilsuverkinum

 

9               Framløga

 

Viðmerkingar

 

LM-068/2024 verður beint í Rættarnevndina

 

LM-064/2024 verður beint í Vinnunevndina

 

LM-063 og 065/2024 verða viðgjørd undir einum og beind í Vinnunevndina

 

LM-066/2024 verður beint í Vinnunevndina

 

LM-067/2024 verður beint í Uttanlandsnevndina