Mikukvøldið hin 13. mars, sum er mikukvøldið komandi, bjóðar Miðlatún handils- og ferðavinnuni í Vágs kommunu til prát.
Tiltakið byrjar hetta kvøldið klokkan 20.
- Tosað verður millum annað um cruiseferðavinnu, ferðavinnuárið, og hvussu árið, sum fór, hildnast, siga tey í Vágs kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at hetta verður fyrsta skeiðið av tveimum vinnuprátum í ár, og øll í Vági eru vælkomin at luttaka.