Tað verður Martin Kúrberg, sum fer at taka sær av kampingøkinum á Eiði komandi árini.
Martin Kúrberg og Eiðis kommuna hava gjørt eina avtalu um leigu av økinum.
- Martin hevur áður leigað kampingøkið frá kommununi og røkt uppgávur tess avbera væl.
Soleiðis siga tey í Eiðis kommunu í dag, har tey fegnast um, at avtalan er komin upp á pláss.
- Vit ynskja Martini Kúrberg bestu eydnu við uppgávuni, verður lagt aftrat.