Opið hús við kvøldsetu og kunning

Týsdagin 11. mars lata vit dyrnar upp á víðan veg. Á skránni er árliga várkvøldsetan og sjálvandi eisini kunning og vegleiðingí samband við umsóknarfreistina 15. mars.

Dyrnar lata upp kl. 18. Lestrarvegleiðarar og umboð fyri serbreytina vera at hitta, og vegleitt verður um útbúgvingarval, kunna verður um útbúgvingar skúlans og sjálvandi verður eisini ein góður kaffimunnur at fáa

Kl. 19 byrjar árliga várkvøldsetan í Auluni. Á skránni verður mangt og hvat. M.a. fer stóra skúlakórið at framføra og vinnarafilmurin ‘Síðsti dropin’, sum vann stuttfilmskappingina hjá Námi verður sýndur. Ymiskar næmingaframførslur eru eisini á skránni, umframt samrøða við næmingar, sum taka føroyskt sum annaðmál (FSA) á Kambsdali. 

Fastur táttur á várkvøldsetuni er, at ein fyrrverandi næmingur vitjar og sigur frá síni lívsleið eftir miðnám. Í ár verður tað stjórin í Navia Óli Kristian á Torkilsheyggi. 

Skúlin bjóðar sjálvandi kaffi og okkurt gott afturvið og dyrnar eru opnar so leingi fólk hava tørv á kunning og vegleiðing. Sjálv kvøldsetan verður frá klokkan 19 til umleið 21.

##med2##