Nógv er á skránni á torra-tiltakinum í Klaksvík í dag

Seinnapartin í dag verður forvitnisligt tiltak í Varpinum, sum hevur heitið "Eg sjólívið valdi, men...". Her fer borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, at greiða frá sínum sjólívi

Torradagar halda fram í Klaksvík í dag, og her verður nógv ymiskt og forvitnisligt á skránni. Dagurin byrjaði longu klokkan 10 í morgun, tá vøggusangur var í Christianskirkjuni við Jóhonnu Johannesen. 

 

Spinnaríið í Klaksvík er eisini í miðdeplinum í dag, og her vitjar eitt nú Spinnaríið við Ánna, sum annars er á Skeravegi 5 í Skopun. Í Skopun verður ullin vaskað, karðað og spunnin til serføroysk tógv.

Á Spinnarínum í Klaksvík verður opið í dag frá klokkan 10 til 16, og her er eisini høvi at læra at spinna. Tað er Guðrun Sundar Hansen, sum er útbúgvin spinni- og vevilærari, sum hevur skeið í ullavirking.

 

Jana Skorheim Sørensen fer eisini at sýna fram hondgjørd teppir á Spinnarínum.

 

Í dag frá klokkan 13-17 verður listaframsýningin á Dugna - tinghúsinum á Klaksvíksvegi 56 opin, og her er tað Louisa Sivertsen, sum sýnir fram síni verk. Her kunnu eisini køkur keypast aftur við góðum drekkamunni.

 

Listaframsýning er eisini í kjallaranum í Varpinum í dag, og opið verður í tímunum frá klokkan 14-16. Tað er Norðoya Listafelag, sum skipar fyri.  

 

Í Gallarínum á Stongunum verður listaframsýning við Lydiu Petersen og Jógvani K. Glerfoss, og her verður opið frá klokkan 15-20.

 

Klokkan 16 í dag verður eitt forvitnisligt tiltak í Varpinum, sum hevur heitið "Eg sjólívið valdi, men...". Her fer borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, at greiða frá sínum sjólívi. 

 

Torbjørn fór á sjómansskúla, har hann tók skipsføraraprógv í 1981 saman við eitt nú Hanusi Hansen, Jákup Dion Frederiksen og Dánjali Klakk. Árið eftir - hin 3. juni í 1982, noyddist hann sum skipari at seta Norðvíking á land sunnarlaga í Grønlandi.

 

Í dag frá klokkan 16– 18 fer træseglskipið Dragin at hava opið skip, og her ber til at kunna seg um virksemið umborð á snøgga skúlaskipinum í Klaksvík.

 

Klokkan 17 í dag verður fyrilestur í Gallarínum Á Stongunum. Hetta er fyrilestur um listamannin, Hans Jacob Glerfoss, og tað verður dóttir hansara, Hansa Glerfoss, sum fer at greiða frá um lívið og listina hjá pápanum. 

 

Her verða vístir avmyndaðir málningar frá ymiskum tíðarskeiðum hjá Hans Jacob Glerfoss. 17 sangarar verða eisini við til at ríka løtuna við sangframførslum av yrkingum hjá listamanninum. 

 

Klokkan 19 í kvøld verður Miðstovan opin, og tað er Norðoya Fornminnasavn við framsýningini, Bátur og fólk. Jóan Pauli Joensen, professari, fer at greiða frá tí týdningi, sum báturin hevur havt  fyri føroyingar og frá  tí, sum er knýtt at hesum serstaka mentanararvi okkara. 

 

Kvøldið á Torradøgum í dag endar við torratalv-kafé, sum byrjar klokkan 20 og verður á Café Fríðu. Tað er Klaksvíkar Talvfelag, sum her skipar fyri einum hugnaligum kvøldi fyri torra-telvarar - uttan ratingtal, sum tikið verður til.

 

##med2##