Noreg og Russland gjørt semju um fiskiveiðiavtalu

Niðurskurðurin í toskaveiðini í Barentshavinum verður heldur minni, enn fiskifrøðiliga ráðgevingin segði

Noreg og Russland eru vorðin samd um nýggja fiskiveiðiavtalu fyri 2025. Tað sigur norska stjórnin í tíðindaskrivi í kvøld.

 

Havgranskarar hava mælt til, at toskakvotan í Barentshavinum skuldi minka við 31 prosentum í 2025, men londini eru í staðin vorðin samd um at minka toskakvotuna fyri komandi ár við 25 prosentum í mun til kvotuna, sum er galdandi í ár.

 

Toskakvotan í Barentshavinum fyri 2025 er soleiðis sett til 340.000 tons, sum er hin minsta síðan 1991.

 

Norska stjórnin upplýsir, at samlaða toskakvotan í Barentshavinum verður lutað millum Noreg, Russland og triðjalond eftir somu prinsippum í 2025, sum undanfarin ár, og norski parturin av toskakvotuni í 2025 verður 163.436 tons.

Samlaða hýsukvotan í Barentshavinum fyri 2025 verður 130.000 tons, harav norski parturin verður 65.468 tons. Svartkalvakvotan verður 19.000 tons, og her er norski parturin 9.675 tons.

 

Lodnustovnurin í Barentshavinum er illa fyri, og Noreg og Russland eru samd um, at eingin lodnufiskiskapur verður í 2025.

 

- Eg fegnist um, at vit eru vorðin samd við Russland um eina fiskiveiðiavtalu fyri 2025, hóast vit eisini í ár eru í einari heilt serligari støðu, sigur norski fiskimálaráðharrin, Marianne Sivertsen Næss, í tíðindaskrivi í kvøld.

 

Hon leggur aftrat, at semjan leggur grundarlagið undir eina burðardygga umsiting av fiskirikidøminum í norðurøkjunum, og avtalan millum londini er avgerandi fyri umsitingina av toskastovninum og øðrum fiskastovnum í Barentshavinum.

 

Fiskiveiðisamráðingarnar millum Noreg og Russland um nýggja fiskiveiðiavtalu hava enn einaferð gingið fyri seg á netinum, eins og gjørt hevur hevur verið, síðan Russland leyp á Ukraina í februar 2022.