NSÍ fær íslendskan dómara og KÍ fær pólskan dómara

NSÍ og KÍ hava spennandi dystir móti finskum liðum á skránni í dag

 

Helgi Mikael Jónasson dømir dystin HJK Helsinki-NSÍ

Seinni í dag skulu NSÍ og KÍ í eldin í øðrum dystinum í fyrsta undanumfarinum í Conference League.

 

Klokkan 17 byrjar dysturin á Bolt Arena leikvøllinum í Helsinki millum HJK Helsinki og NSÍ. NSÍ vann fyrra dystin 4-0, og stendur tí við einum góðum møguleika at vinna seg víðari í kappingini.

 

Klokkan 19.45 byrjar dysturin við Djúpumýrar í Klaksvík millum KÍ og SJK úr Finnlandi, ið hevur Samuel Chukwudi á liðnum. KÍ vann fyrra dystin á útivølli 2-1. 

 

Tað verður ein íslendskur dómari, ið skal døma dystin millum HJK og NSÍ. Talan er um Helga Mikael Jónasson. 31. juli í 2016 dømdi Helgi Mikael Jónasson dystin millum B68 og KÍ á Svangaskarði á Toftum. KÍ vann dystin 3-0. Helgi Mikael Jónasson hevur dømt 138 dystir í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

Tað verður ein pólskur dómari, ið skal døma dystin millum KÍ og SJK. 

 

Wojciech Myć eitur dómarin, ið hevur dømt 76 dystir í bestu pólsku fótbóltsdeildini. Hann hevur ikki tær nógvu altjóða royndirnar. 

 

HJK HELSINKI (FIN) - NSÍ RUNAVÍK (FRO)

 

Dómari: Helgi Mikael Jónasson ISL

 

Hjálpardómari 1: Egill Guðvarður Guðlaugsson ISL

 

Hjálpardómari 2: Eysteinn Hrafnkelsson ISL

 

Fjórði dómari: Jóhann Ingi Jónsson ISL

 

UEFA dómaraeygleiðari: Mark Steven Whitby WAL

 

UEFA umboð: Łukasz Sojski POL

 

KÍ KLAKSVÍK (FRO) - SJK SEINÄJOKI (FIN)

 

Dómari: Wojciech Myć POL

 

Hjálpardómari 1: Bartosz Heinig POL

 

Hjálpardómari 2: Dawid Golis POL

 

Fjórði dómari: Damian Kos POL

 

UEFA dómaraeygleiðari: Jan Willem Wegereef NED

 

UEFA umboð: Iain Blair SCO

 

 

 

 

 

Helgi Mikael Jónasson dømir dystin HJK Helsinki-NSÍ