23 ára gamli senegalesin, sum hevur sín uppvøkstur í Spania, kom til Runavíkar í januar mánaða at royna seg.
Hetta hevur hann gjørt so mikið væl, at sáttmálið er skrivaður fyri 2025.
Diaby er komin beinleiðis úr Logrono landslutinum í Spania, har hann hevur spælt við SD Ejea.
195 cm høgi Diaby skal við sínari styrki, skjótleika og góða skili fyri spælinum styrkja um verjupartin hjá okkum. Hann hevur eisini førleikar at bæði spæla á bakkinum og verjukenda miðvøllinum.
– Vit gleða okkum at síggja at síggja meira til Diaby í gula búnanum, skrivar NSÍ á Facebook.