NSÍ vann VFF Cup við finalusigri á Víkingi

KÍ vann á B36 í dystinum um triðja plássið

Savnsmynd frá 2024

Fimm dystir eru leiktir í finaluumfarinum í VFF Cup í dag.

 

Allir dystirnir vóru leiktir í Gundadali, og finalan millum NSÍ og Víking var leikt á Tórsvølli. Tað eydnaðist við 3-2 sigri NSÍ at vinna VFF Cup 2025.

 

KÍ gjørdist við sigri á B36 nummar trý í kappingini. 

 

Vit fara at venda aftur við málskjúttum í einari grein seinni í kvøld.

 

Úrslitini:

 

FINALAN: NSÍ-Víkingur 3-2 (2-0)

 

3. plássið: KÍ-B36 3-1 (1-1)

 

EB/Streymur-HB 1-1 (0-0)

 

FC Suðuroy-07 Vestur 1-2 (0-0)

 

TB-B68 0-4 

 

Keldur: Dystir.fo og FaroeSoccer

 

 

 

Savnsmynd frá 2024