Ný Sæland vann seg til HM-endaspælið uttan at sveitta

Nýsælendingar skutu 29 mál í fimm HM-undankappingardystum

Ein skandala hjá FIFA. Tað er tað ikki so fáir fótbóltsfjepparar kring heimin, ið halda, at eitt landslið hevur havt ein alt ov lættan veg til HM-endaspælið.

 

Ný Sæland vann seg til HM-endapælið í Meksiko, Kanada og USA í nátt føroyska tíð, uttan at sveitta.

 

Teir vera umboðið hjá Kyrrahavsøkinum til HM-endaspælið. Fyrr mátti Ný Sæland spæla Play Off dystir móti einum liði frá einum sterkari heimsparti fyri at vinna seg til HM-endaspælið. Men nú 48 lið sleppa til HM-endaspælið er Kyrrahavsøkið tryggjað at fáa eitt HM-endaspælspláss.

 

Teir leiktu bert fimm dystir í HM-undankappingini, allir ímóti  mótstøðuliðum á støði við lægst styrkismettu liðini í Evropa.

 

Úrslitini hjá Ný Sælandi vóru við fólkatalinum hjá mótstøðuliðunum í klombrum.

 

Tahiti 3-0 (fólkatal: 278.000)

Vanuatu 8-1 (335.000)

Samoa 8-0 (205.000)

Fiji 7-0 (926.000)

Nýkaledonia 3-0 (271.000)

 

Hetta er triðu ferð í søguni, at Ný Sæland vinnur seg til HM-endaspælið. Fyrstu ferð var í 1982, og aðru ferð var í 2010.