Nýgg graslíki á vøllin við Sandoyar Meginskúla

Á hugnaligari løtu, fríggjadagin á Sandi, varð sáttmáli undirskrivaður millum Sandoyar Skúlasamband og Føroya Møblasølu, um at leggja nýtt graslíki á vøllin við Meginskúlan.

Tíðindaskriv

 

Vegna Sandoyar skúlasamband undirskrivaði SáF Gunn Dania Sundstein, Vegna Føroyamøblasølu undirskrivaði Birgir Andreasen og Odmar Færø og umboð frá øllum kommunum vóru til staðar.

 

Vøllurin, ið liggur á nú, er frá 2011 og var eisini frá Føroya Møblasølu. Vøllurin hevur tænt B71, borgarum í Sandoy, og øðrum við, sera væl, hesi seinastu 13 árini - nú var tíðin tó komin til at skifta vøllin. Vøllurin hevur sjálvandi verið fyri ávísum sliti, eftir at hava verið dúgliga brúktur, hóast val viðlíkahildin.

 

Tað seinasta og besta innan graslíkisvøllir

 

Birgir Andreasen sigur, at vøllurin er av slagnum DOMO Vario Slide-S Pro frá belgiska felagnum DOMO. DOMO hevur heimspatent upp á hetta serliga slagið av kunstgrasi – við Meginskúlan verður tað 5,5 cm høgt grasstrá – gamli vøllurin hevði 4 cm høg grasstrá. Tað serliga við hesum grasinum, er, at tað er samansett fipur. Eina fiprið er skapt sum ein borur – tá traðkað verður á tað, so leggur tað seg ikki flatt, men rættar seg sjálvt upp aftur. Hitt fiprið leggur seg yvir fylluna, sum er tundur, fyri at fylla skal verða verandi í grasinum.

 

Gomlu vøllirnir brúka gummigranulat sum fyllu, men hetta verður nú ikki mett sum umhvørvisvinarligt og tí verður við nýggja vøllinum farið yvir til tundur. Nevnast kann at longu nú liggja 8 vøllir við tundurfyllu kring landið. Og royndirnar eru framúr góðar. Nevnast kann, at vøllir við gummi fyllu verður so at siga ikki brúkt longur og gummifylla í graslíki verður eisini forboðið í framtíðini. Sjálvt tá kavi verður ruddaður, verður tundur fyllan liggjandi – hetta sást eitt nú seinast kavi var, á vallum av sama slagi norðanfjørðs.

 

Birgir sigur, at hetta er tað seinasta og besta innan fyri graslíkisvøllir. Birgir er sera takksamur fyri at Sandoyar skúlasamband enn einaferð hevur víst felagi hansara álit og hevur valt tað sum veitara til enn ein vøll. “Vit hava altíð havt eitt sera gott samstarv við Sandoyar skúlasamband og kommunurnar í oynni.

 

Vøllurin verður ætlandi lagdur í byrjanini av mai.