Nýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kemur við nýggjari vitan um, hví vøddar møðast, tá vit taka ódnartøk. - Eg havi í meira enn 25 ár granskað, hví vøddar møðast av hørðum arbeiði, so hetta eru sera spennandi úrslit fyri meg, sigur Magni Mohr, granskari á Setrinum.
Hetta skrivar setur.fo.
Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttafysiologi á Fróðskaparsetri Føroya, er høvuðsrithøvundi í nýggjari grein í tíðarritinum Pflugers Archiv – European Journal of Physiology. Greinina Fatiguing high‑intensity intermittent exercise depresses maximal Na+‑K+‑ATPase activity in human skeletal muscle assessed using a novel NADH‑coupled assay hevur hann skrivað saman við Jeppe F. Vigh-Larsen og Kristian Overgaard frá Aarhus Universitet, og Sara M. Frangos og Graham P. Holloway frá University of Guelph úr Kanada. Greinin kann lesast her.
Greinin snýr seg um vøddamøði.
- Vit kenna tað øll, tá vit ganga skjótt í brattari brekku í fjøllunum, og tað brennur í vøddunum. Vit íðka ítrótt við fullari ferð ella arbeiða kropsliga hart, og vit megna ikki at menna tað kraftina, sum vit vilja. Hetta er vøddamøði, ella tað, sum í fólkamunni kallast at “sýra til”, hóast møðin ikki kemur av tí mjólkasýru, sum sipað verður til, sigur Magni Mohr um granskingina og greinina.
- Í 1970- og 1980-unum varð víst í djóramodellum, at órógv í natrinum- og kaliumjavnvágini í vøddunum kann forða evnunum hjá vøddunum at taka seg saman og menna kraft. Órógvin ger, at elektriskir impulsir, sum kveikja vøddan, steðga upp. Hetta ástøðið varð kannað í arbeiðandi fólki í 1990-unum, og um aldarskiftið var eg saman við starvsfeløgunum á Københavns Universitet við til at vísa við beinleiðis mátingum í arbeiðandi vøddum, at vøddamøði tykist hanga saman við, at vøddin missir kalium. Hetta er kannað víðari av fleiri granskingarbólkum seinastu 25 árini, sigur Magni.
Vøddar hava eitt protein í vøddahinnuni, sum eitur natrium-kalium-pumpan. Hetta protein roynir at viðlíkahalda natrium- og kaliumjavnvágini í vøddunum, og serliga undir hørðum arbeiði verður javnvágin strongd. Tað vil siga, at tess betur natrium-kaliumpumpan virkar, tess betur megnar vøddin at útseta ta órógv, sum hendir í natrium- og kaliumjavnvágini undir hørðum arbeiði. Granskarar hava seinastu mongu árini roynt at kanna um mesta virknið í natrium-kaliumpumpuni verður ávirkað av vøddaarbeiði.
- Í nýggju kanningini hava á fyrsta sinni nakrantíð víst, at við at brúka eina heilt nýggja metodu, sum fysiologar í Kanada hava ment, at mesta virknið í natrium-kaliumpumpuni minkar munandi undir intensum intervalarbeiði, sum vit kenna tað frá bóltítróttum. Eisini varð víst, at tarnandi virknið í pumpuni er til staðar fimm tímar eftir arbeiðið, og at evnini hjá vøddanum at menna kraft eisini eru tarnað sama tíðarskeið. Tískil eru sterkari próvførslur nú um leiklutin hjá natrium-kaliumpumpuni í vøddamøði. Kanningin vísir eisini, at atgongdin til vøddasukur (glykogen) ikki sær út til at ávirka natrium-kaliumpumpuna, greiðir Magni Mohr frá.
- Eg havi í meira enn 25 ár granskað, hví vøddar møðast av hørðum arbeiði, so hetta eru sera spennandi úrslit fyri meg.
- Fyri at kunna menna kropsligar venjingarmannagongdir og annað, ið betrar kropslig avrik, so er vøddamøði jú heilt grundleggjandi at skilja. Í hesi kanningini vísa vit, at natrium-kaliumpumpan verður negativt ávirkað av hørðum arbeiði, ivaleyst tí at proteinið broytist strukturelt, og at proteinið ella enzymið ikki virkar, sum tað eigur fleiri tímar eftir hart arbeiði. Tískil er hetta grundgransking, sum gevur okkum nýggja vitan um vøddamøði, men sum eisini leiðir okkum fram í okkara gransking, sigur Magni Mohr.
Tey í granskingartoyminum gera nú uppfylgjandi kanningar. Tey kanna í løtuni, um mikroskaðar og brunastøða í vøddanum, sum m.a. henda í bólt- og ketsjaraítróttum, eru við til at skaða natrium-kalinumpunpuna soleiðis, at proteinið ikki virkar, sum tað skal, skrivar setur.fo.
Granskingarráðið hevur saman við øðrum stuðlað hesi verkætlanini.
Sí Pure.fo-vangan hjá Magna Mohr.