Nýggjar bøkur á føroyskum til børn og ung og spennandi bókarframløga

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fýra nýggjar bøkur út í ársins øðrum bókaumfari. Millum teirra er ein upprunaføroysk myndabók, ið verður løgd fram í dag klokkan 12

Kom við í brandbilin! – Bók við 5 ljóðum

 

Kom við sløkkiliðshundunum at bjarga degnum!

 

Trýst á knøttarnar og hoyr øll ljóðini, meðan tú lærir um brandbilar.

 

Sam Taplin skrivaði, Edwars Miller myndprýddi og Silja Aldudóttir týddi úr enskum.

 

Bókin er pappbókk við ljóði, 10 blaðsíður og væl egnað til børn uml. 0-1 ár.

 

##med2##

 

Sjókæti A-OY

 

Alt frá álli til svørðfisk – ringt at ímynda sær alt tað, sum fjalir seg undir vatnskorpuni. Halt ondini og kava niður í undirsjóvarstavraðið. Við stuttligum rímum møtir tú eini havmús, einum valtrarfiski, einum úlvfiski og mongum øðrum!

 

Tað serliga stavraðið til tann djarva kavaran og snorklaran, ið leitar eftir bókstavum.

 

Sólrún Michelsen skrivaði og Annika Øyrabø myndprýddi.

 

Bókin er innbundin, 34 blaðsíður og til børn uml. 2-7 ár.

 

Sjókæti A-OY verður løgd fram í Gulaskúla á Argjum leygardagin 22. mars kl. 12. Paula Gaard fer at hava samrøðu við Sólrún Michelsen og Anniku Øyrabø um bókina. Vøkru og stuttligu myndirnar úr bókini verða sýndar fram, og høvi verður at keypa bókina og fáa hana signeraða.  Kl. 13 bjóðar Føroya Sjósavn øllum gestunum inn at uppliva djóralívið úr føroyskum sjógvi. Tiltakið er alment og ókeypis.

 

##med3##

 

Wimpy Kid – Dagbókin hjá einum vussi 2: Rodrick rular

 

Tú mást fyri alt í verðini ikki spyrja Greg Heffley um, hvat hann gjørdi í summarferiuni, tí hann tímir gott nokk ikki at tosa um tað.

 

Tá Greg byrjar nýggja skúlaárið, ætlar hann sær at gloyma alt um tríggjar teir seinastu mánaðirnar … Serliga ta einu hendingina.

 

Tíverri fyri Greg so veit stóribeiggi hansara Rodrick alt um hendingina, sum Greg roynir at køva útyvir. Men loyndarmál hava tað við at koma fram … Serliga tá ein dagbók er uppi í leikinum.

 

Jeff Kinney skrivaði og myndprýddi, og Jóhanna H. Wolles týddi úr enskum.

 

Bókin er heft, 218 blaðsíður og til børn uml. 8-12 ár.

 

##med4##

 

Sólarris á heystingardegi – Ein søga um hungursleikirnar

 

Tá sólin rísur á 50. árligu hungursleikunum, eru øll í sýslunum í Panem stúrin. Í sambandi við aðru fjórðingsfeigdina verða tvífalt so nógvir bøtarar tiknir heimanífrá.

 

Í Sýslu 12 roynir Haymitch Abernathy ikki at hugsa ov nógv um útlitini. Tað einasta, sum hann hugsavnar seg um, er at koma gjøgnum dagin og at vera saman við gentuni, sum hann elskar.

 

Tá navnið hjá Haymitch verður rópt, kennir hann á sær, at dreymarnir hjá honum brotna. Hann verður skryktur frá familjuni og gentuni, koyrdur til Capitol við trimum bøtarum úr Sýslu 12: einari ungari gentu, ið hann kennir næstan sum eina systur, einum veddingardrongi og tí nasadjarvastu gentuni í býnum. Tá leikirnir fara í gongd, skilir Haymitch, at hann stendur til at tapa. Men okkurt inni í honum vil stríðast ímóti … og vil hava stríðið at ekkóa langt út um lívshættisliga válin.

 

Suzanne Collins skrivaði, og Bergur Rasmussen týddi úr enskum.

 

Bókin er heft við klaffum, 410 blaðsíður og til ungar lesarar 13 ár og eldri.

 

##med5##