Nýggjur føroyskur bókmentafestivalur við bókmentaligum heimsnøvnum

Heimsbókmentir í Havn: Bókmentir og dypping, arkitekturur og bókmentir í dag, bókasniðgáva í Føroyum, norðurlensk yrking í dag, at fiska hákellingar í Norðurnoregi, at vinna á PTSD og alkoholismu, trøll innan nýggjar bókmentir – evnini eru nógv til nýggja føroyska bókmentafestivalin.

Frá mikudegnum 26. februar 2025 til leygardagin 1. mars.

 

Festivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á føroyskar bókmentir og mentan, styrkja norðurlendskt og altjóða samstarv og eggja til nýggjar hugsanir um okkara felags framtíð.

 

Her eru m.a. kjak og samrøður, framsýning, upplestur og filmsýningar, har vit t.d. fara at kanna, hvussu bókmentir taka støðu til átrokandi spurningar sum menniskjans samband við náttúruna og møguleikan fyri nýggjum frásøgnum - kunnu t.d. eldri bókmentasløg so sum sagnir og ævintýr hava týdning í dag?

 

Við eru útlendsk nøvn sum heimskenda Amy Liptrot úr Skotlandi, Naja Maria Aidt úr Danmark, Morten A. Strøksnes úr Noregi, Rasmus Daugbjerg úr Danmark, Anna Maria Bogadóttir úr Íslandi, Haukur Ingvarsson úr Íslandi, Anna Fohlin Mattsson úr Svøríki og Johan Jönson úr Svøríki.

 

Úr Føroyum koma Marjun Syderbø Kjelnæs, Jóanes Nielsen, Trygvi Danielsen, Beinir Bergsson, Nansý Sunadóttir, Vónbjørt Vang, Oddfríður M. Rasmussen, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger og Guðrið Poulsen.

 

Støð eru m.o.: Reinsaríið, Býarbókasavnið, Landsbókasavnið, Gamli Bókhandil, Listasavn Føroya, Havnar bio, Bátafelagið í Runavík og Saunadypp.

 

Viðfyriskiparar eru m.o.: Tórsgøta, Býarbókasavnið, Landsbókasavnið, Listasavn Føroya, Rithøvundafelag Føroya, Vencil, Runavíkar kommuna, Gamli Bókahandil, Sprotin, Ungu Føroyar og Aðalkonsulát Íslands.

 

Høvuðsstuðlar eru Tórshavnar býráð, Almanna- og Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landins og Kulturkontakt Nord.

 

 

 

Flestu tiltøkini eru ókeypis, men tvey teirra kosta:

 

Atgongumerki til Listasavn Føroya 27. februar kl. 17-20 - 100 kr. https://faroeislandsfestival.atgongumerki.fo/webshop/event/2858132/order/main

 

Atgongumerki leygardagin 1. mars kl. 15.00-22.30 - 175 kr. fyri allan dagin.​

 

https://faroeislandsfestival.atgongumerki.fo/webshop/event/2858127/order/main

 

Skráin er at finna á https://www.faroeislandsfestival.net/