Nýggjur Toyota C-HR    

Toyota C-HR kemur nú í eini heilt nýggjari útgávu. C-HR kom fyrstu ferð á marknaðin í 2017. 

C-HR er ein sonevndur crossover. C-HR stendur fyri Compact High Rider. Talan er um ein nútímans bil við sermerktum designi.   

 

Nýggi C-HR er gjørdur í samstarvi millum designarar á evropeiska designsentrinum hjá Toyota í Fraklandi og verkfrøðingar á menningardeildini hjá Toyota í Belgia.

 

Bilurin hevur flott design, sum vísir nýggja designstílin hjá Toyota, bæði innan og uttan. 

 

Motorstøddirnr eru hesar: 1.8 hybrid við 140 hk, 2.0 hybrid AWD við 198 hk og 2.0 plugin hybrid AWD við 223 hk.

 

Hetta er fyrstu ferð, at C-HR fæst sum plugin hybrid. 

 

Plugin útgávan fæst við  “One-pedal drive”, har tað er møguligt at koyra bilin einans við at nýta spitarapedalin til at regulera ferðina við. Fótbremsan er einans neyðug til harða bremsing.

 

Tað er ein uppliving at koyra Toyota C-HR. Bilførarin situr væl og hevur gott útsýni. Eisini eru skíggjarnir á instrumentborðinum lættir at avlesa. 

 

Eins og í øllum øðrum Toyota hevur hesin allar innbygdar trygdarskipanir, sum hjálpa bilføraranum undir koyring. Bilurin er sera væl útgjørdur, og standard-útgerðin er sera umfatandi.

 

Frá Reyni Service verður sagt, at nýggi Toyota C-HR kemur í mars.  

 

##med2##

 

##med3##