Sambært NRK, sum endurgevur svenskar miðlar, er í løtuni ikk greitt, hvussu svensku myndugleikarnir hava staðfest brotið, men sambært vaktartænastuni í Svøríki er nýggja brotið út fyri Gotlandi.
- Tað er eitt nýtt kaðalbrot í Eystursjónum, staðfestir svenska vaktartænastan í samrøðu við svenska miðilin, TT. Almenni svenski miðilin, Tidningarnas Telegrambyrå (TT), hevur røtur meira enn hundrað ár aftur í tíðina.
Svensku myndugleikarnir hava sett kanning í verk av kaðalbrotinum, og í løtuni veit vaktartænastan ikki ítøkiiga, nær brotið er íkomið. TT veit at siga, at svenska verjan hevur fingið boðini um kaðalbrotið nærindis Gotlandi.
- Vit hava fingið upplýsingar um, at kaðalbrot er, sigur virkandi tíðindaleiðarin hjá svensku verjuni, Rebecca Landberg, við svenska TV4.
Svenskir miðlar hava verið í samband við løgregluna, sum í løtuni ikki vil gera viðmerkingar til málið, og svenska sjóverjan vil heldur ikki gera viðmerkingar.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/fiskiskip-eru-orsoekin-til-flestu-kadalslit