Grønt og Grátt hevur staðið fyri arbeiðnum í Hósvík, og arbeiðið hevur gingið væl, siga tey í Sunda kommunu í dag

Nýtt trivnaðarøki í Hósvík skjótt liðugt

Í fjør heyst varð farið undir at gera trivnaðarøki í Hósvík, og nú er hetta arbeiðið komið væl áleiðis

Grønt og Grátt hevur staðið fyri arbeiðnum í Hósvík, og arbeiðið hevur gingið væl, siga tey í Sunda kommunu í dag

Tað er Grønt og Grátt, sum hevur staðið fyri arbeiðnum í Hósvík, og arbeiðið hevur gingið væl.

 

- Hóast keðiligt veður í vetur, so er trivnaðarøkið komið væl áleiðis, siga tey í Sunda kommunu í dag. 

 

Enn manglar undirlag undir karussellini og klatritorninum, og lendið skal sáast í apríl.

 

- Vit skilja væl, at tað er torført at bíða við at brúka økið til ta tíð.

 

Í Sunda kommunu heita tey tí á børn og foreldur um at vísa serligt varsemi, til hesi viðurskifti eru komin í rættlag. 

 

- Vit gleða okkum til várs, tá økið fer at taka seg enn betur út, og vit takka Grønt og Grátt fyri gott samstarv í hesari verkætlan.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Grønt og Grátt hevur staðið fyri arbeiðnum í Hósvík, og arbeiðið hevur gingið væl, siga tey í Sunda kommunu í dag