USA fær ikki Grønland.
Tað skrivar nývaldi forsætisráðharrin í Grønlandi, Jens-Frederik Nielsen, á Facebook sum svar uppá eina fráboðan frá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Trump segði í samrøðu við NBC News í dag, at "vit fara at fáa Grønland. Ja, 100 prosent."
Jens-Frederik Nielsen vísir til hendan setningin í sínum uppslagi á Facebook og leggur afturat:
– Lat meg vera greiðan: USA fær ikki Grønland. Vit hoyra ikki til onnur. Vit avgera okkara egnu framtíð.
Jens-Frederik Nielsen, sum er formaður í Demokraatit flokkinum og nývaldur formaður í grønlendska landsstýrinum, skrivar víðari, at ein skal ikki reagera við ótta, men við ró, tign og samanhaldi.
– Og tað er gjøgnum hesi virði, at vit skulu greitt, týðuliga og róliga vísa amerikanska forsetanum, at Grønland er okkara.
– Soleiðis var tað í gjár. Soleiðis er tað í dag. Og soleiðis verður tað í framtíðini, sigur hann at enda.
/Ritzau/