Okkara gull, tykkara dygd

Hvønn gerandisdag fara vit við okkara smáu avstað frá húsum og lata tey í hendurnar á námsfrøðingum og hjálparfólkum, sum skulu menna og vera um tey, ímeðan vit fara til okkara.

Okkara børn eru okkara gull, og einki annað enn góðar umstøður, góð námsfrøðilig vitan og heitar hendur kunnu góðtakast.

Vit hava til alla eydnu sera dugnaligar námsfrøðingar og hjálparfólk rundan um okkara børn. Tó mugu arbeiðsumstøðurnar kring hesi fólk eisini vera góðar. 

Uttan hetta verður trupult at halda fólki til og at tryggja barnsins besta.

- Vit skulu tryggja, at umstøðurnar á okkara stovnum eru góðar

- Vit skulu tryggja, at normeringin er nóg góð

- Um tørvur er á sertímum til eitt barn, so skulu nóg nógvir tímar verða játtaðir

- Tá ið skifti er frá vøggustovu til barnagarð, eigur tað at vera ein skiftistíð við 

eyka hondum

- Námsfrøðingar á dagstovnaøkinum skulu hava møguleika at mennast við 

góðum skeiðs/útbúgvingarmøguleikum

- Vit skulu halda áfram við at bjóða hjálparfólkum eina námsfrøðiliga útbúgving

Okkara børn eru framtíðin, og ein sjálvfylgja fyri, at okkara børn mennast og trívast, er, at vit geva teimum góðar umstøður. Gransking vísir eisini á, at barnaárini hava størsta týdning fyri, hvussu vit mennast og roynast á okkara lívsleið.

Við at tryggja, at námsfrøðingar og hjálparfólk hava møguleikan at mennast og altíð hava nýggjastu vitanina og góðar arbeiðsumstøður, tryggja vit besta gróðrarbotnin fyri okkara børn, umframt góðan trivnað fyri okkara námsfrøðingar og hjálparfólk.

Við javnaðarkvøðu

 

John av Reyni

Valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu