OL: Italia vann gull í flogbólti hjá kvinnum

Italia vann á USA við einum trísettara

Italska kvinnulandsliðið í flogbólti livdi upp til sína favorittstøðu í olympisku finaluni móti USA í París.

 

Italia vann greitt 3-0 á USA í finaluni. Tað var ikki háspenningur í nøkrum av settunum. Minsti settmunurin var 25-20.

 

Settmunurin var 25-18, 25-20 og 25-17.

 

Italia tapti bara eitt sett í allari olympisku kappingini.

 

Brasil vann bronsu. Í bronsudystinum vann Brasil 3-1 á Turkalandi.

 

Settmunurin var 25-21, 27-25, 22-25 og 25-15.