Ólavsøkan sum gjørdist eitt vegamót hjá Mary

Fyri níggju árum síðan noyddist hon í viðgerð móti krabbameini. Hetta var beint fyri ólavsøku. – Læknin spurdi, um eg ikki vildi bíða við fyrstu viðgerðini, til ólavsøkan var farin afturum, men tað vildi eg ikki hoyra um, sigur hon

 

Plagar tú at fara á ólavsøku? 

- Nú eri eg úr Vági, hóast eg havi búð nógv ár á Argjum og nú í Hoyvík. Tískil er jóansøkan stevnan ella hátíðin, sum eg minnist serliga væl frá barni av. 

Tað sigur Mary Antonsdóttir.

Hon vísir á, at tað var heldur forkunnugt at ferðast í onnur lond, tá hon var barn og at ferðast til Havnar, var sum at fara til Keypmannahavnar í dag. 

- Eg minnist, at eg slapp við ommu míni til Havnar á ólavsøku, og tað var ein serlig uppliving at síggja øll fólkini ganga oman og niðan eftir Áarvegnum. 

Hon sigur, at tá í tíðini áttu øll ikki føroysk klæðir, og sjálv skuldi hon fylla 40 ár, áðrenn hon fekk síni.

- Síðan hevur tað verið ein fastur táttur hjá mær at fara í føroysk klæðir, tá eg fari á ólavsøku – og um viðrar, fari eg eisini á ólavsøku í ár. 

Veðrið verður altavgerandi, leggur hon aftrat.   

 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini? 

- Ólavsøkan hevur bæði ein mentanarligan, politiskan, søguligan og hátíðarligan dám. Fólk leita sær úr øllum herðashornum til Havnar. 

Mary Antonsdóttir vísir á, at gerandisdagurin verður settur á pausu, 28. og 29. juli – uttan hjá øllum teimum mongu, sum mugu halda samfelagshjólunum koyrandi, og tey eru ikki fá.

- Tí vil eg eisini við hetta høvi heilsa øllum heilsuhjálparum, hjálparfólkum og annars øllum, sum eru til arbeiðis um høgtíðina og takka teimum fyri gott arbeiði.

Hon heldur, at tað besta við ólavsøkuni er, at vit fara niður í gear og møta vinum og kenningum. 

- Mær dámar væl at lurta eftir, tá ólavsøkan verður sett, síggja skrúðgonguna, hoyra sangin, vitja politisku flokkarnar sum hava opið hús og hoyra ólavsøkugudstænastuna.

Mary sigur, at hon lurtar altíð eftir, tá løgtingið verður sett ólavsøkudag, og løgmaður heldur sína ólavsøkurøðu og greiðir frá ætlanum landsstýrisins fyri komandi árið.

- Hetta er altíð spennandi – ikki minst, tí vit eru mong, sum fylgja væl við, hvat stendur í samgonguskjalinum, og vit vænta at síggja nakað av hesum gerast veruleiki. 

 

##med2##

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni? 

- Eg veit ikki, um eg júst sakni nakað, men løgmansrøðan og løgtingið kundu kanska verið meiri fólksligt og livandi, eitt nú við kjaki eftir ólavsøkurøðuna, soleiðis at ólavsøkan eisini kundi speglað samtíðina – og ikki bara tær góðu og gomlu siðvenjurnar.   

 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar? 

- Eg fekk mína fyrstu kemoviðgerð beint fyri ólavsøku fyri níggju árum síðan. Læknin spurdi, um eg ikki líka vildi bíða, til ólavsøkan var farin afturum, so eg fekk notið hana. 

Hon vísir á, at hon vildi ikki hoyra um at útseta viðgerðirnar, tí hon vildi hava viðgerðirnar frá hondini sum skjótast. 

- Eg minnist, at eg fór ein túr við hundinum á ólavsøku, har eg ikki møtti nøkrum. Á ólavsøku eru fólk glað, men eg var ikki júst í veitsluhýri hesa ólavsøkuna.

Mary Antonsdóttir sigur, at hon elskaði at fara á ólavsøku, tá dreingirnir vóru yngri.

- Tá gekk leiðin sum vera man í tivoli, og eg minnist, at eg vann eina ordiliga stóra bamsu til tann yngra sonin, og tá var ólavsøkan bjargað, leggur hon brosandi aftrat.

 

##med3##

 

Mary Antonsdóttir saman við familju síni