Óli skoraði níggju mál móti oddaliðnum

Sävehof megnaði javnleik móti Ystad

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof høvdu í kvøld vitjan av greiða oddaliðnum í bestu svensku hondbóltsdeildini, Ystad.

 

Dysturin í Partille millum Sävehof og Ystad endaði við javnleiki 34-34. Í steðginum var útiliðið frammanfyri við einum máli, 19-18.

 

Óli skoraði níggju mál og legði upp til eitt mál, og var dagsins maður hjá heimaliðnum. Óli var eisini - sambært hagtølunum - mest effektivi leikarin hjá Sävehof. Ísak skoraði eitt mál.

 

Sävehof er nummar fimm í deildini við 23 stigum.

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby vunnu í kvøld á útivølli 34-32 á gamla liðnum hjá Pæturi Mikkjalssyni, AMO. Hallby var greitt á odda 23-16 í steðginum. Í seinna hálvleiki gjørdist tað tyngri, men tað eydnaðist at knógva sigurin heim. Rói hevði ikki skoteydnuna við sær í kvøld, men hann var so noteraður fyri eitt upplegg til mál (assist).

 

Hallby er nummar sjey í deildini við 21 stigum.

 

Nummar tvey í deildini, Karlskrona hevur 26 stig og nummar 10, Önnered hevur 20 stig. So tað er sera javnt millum liðini. Ystad er tó greitt oddalið við 32 stigum.