Óli Mittún var flúgvandi, tá hann, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof spældu dyst á útivølli í bestu svensku hondbóltsdeildini móti Skövde.
Sävehof vann dystin 30-26. Í steðginum var Sävehof á odda 15-14.
Óli var stórskjútti hjá Sävehof. Hann skoraði 11 mál og hann legði eisini upp til fýra mál (assist).
Sävehof er fjórðfremst í deildini við 25 stigum. Fremst í deildini er Ystad við 32 stigum.
Sävehof er bert eitt stig frá øðrum plássinum, har Karlskrona hevur 26 stig.