Oljudálking er á vegnum millum Søldarfjørð og Norðragøtu. Har er sera hált og løgreglan heitir á fólk um at vera sera varin.
– Vit hava varhugan av, at tað er ein oljubilur, sum hevur mist olju á vegin, men eru við at kanna tað í løtuni, sigur vaktleiðarin.
Landsverk er á veg at vaska oljuna burtur.