OYL 23 - Tvey gull til Føroyar í badminton

Vit uppdateraðu sett fyri sett hvussu tað gekk í teimum trimum finalunum í tvímansleiki í badminton

Klokkan 12: Fai Yin Wong og Magnus Dal-Christiansen finalu í tvímansleiki hjá monnum móti Albert Navarro Comes og Eric Navorro Comes úr Minorka. 

 

1. sett: Wong og Magnus vinna 27-25 (gysari!)

 

2. sett: Wong og Magnus vinna 21-15. TILLUKKU VIÐ GULLINUM

 

Klokkan 13:  Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna Thorkildshøj finalu í tvímansleiki hjá kvinnum móti Kimberley Clague og Jessicu Li av Oynni Man.

 

1. sett: Bjarnhild og Sanna tapa settið 15-21.

 

2. sett: Bjarnhild og Sanna tapa settið 11-21. TILLUKKU VIÐ SILVURINUM. OG TILLUKKU VIÐ BRONSUNI TIL MIRIAM Í GRÓTINUM OG MIU THORKILDSHØJ.

 

Klokkan 14:  Finala blandaður tvímansleikur: Fai Yin Wong og Mia Thorkildshøj móti Miriam í Grótinum og Magnus Dal-Christiansen.

 

1. sett: Mia og Wong vunnu settið greitt 21-10.

 

2. sett: Mia og Wong vunnu settið 21-16 og harvið finaluna 2-0. TILLUKKU VIÐ GULLINUM OG SILVURINUM.

 

HER sæst avgerandi bólturin:

 

##med2##