OYL 23: Kurvabóltsmennirnir vunnu aftur á Ynis Mon

Hetta gjørdist tann fullkomni dagurin hjá føroysku kurvabólti

Føroyska manslandsliðið í kurvabólti gjørdi kvinnunum kunstin eftir seinnapartin í dag á oyggjaleikunum á Guernsey.

 

Føroysku kurvabóltsmennirnir vunnu 60-54 í einum sera spennandi dysti, har verjuavrikið hjá Føroyum var framúr.

 

Í innleiðandi bólkaspælinum vunnu Føroyar 69-57 á Ynis Mon, so tað føroyska liðið hevur nú tveir sigrar í kappingini. 

 

Fyrr í dag skrivaðu føroysku kurvabóltskvinnurnar søgu við at vinna tann fyrsta sigurin nakrantíð. Føroyar vunnu 43-39 á Jersey.

 

Kurvabóltssamband Føroyar skrivar á vanga sínum á Facebook: - Orð eru fátøk í dag.... Menninir vunnu eisini sín dyst móti Ynes Mon. Ein heilt ófatiliga góður dagur. Hjartaliga til lukku kvinnur og menn og øll rundanum landsliðini.