Pætur og liðfelagarnir taptu greitt fyri toppliði

Team Sydhavsøerne er framvegis í niðurflytingarvanda

Fríggjakvøldið tóku Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne á heimavølli móti Skive, ið er triðfremst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Skive vann greiðan 32-25 sigur. Suðuroyggjamenn avrikaðu væl í fyrra hálvleiki, og í steðginum var heimaliðið á odda við einum máli, 13-12. Men seinna hálvleik tapti Team Sydhavsøerne 12-20.

 

Pætur skoraði tvey mál í dystinum.

 

Team Sydhavsøerne er bert tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. 

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirStig
1HØJ   1935
2Aarhus HC 1933
3Skive2033
4HC Midtjylland1924
5Lemvig-Thyborøn   1924
6Tønder1920
7FIF1916
8Rækker Mølle  1916
9HC Odense 2015
10Team Sydhavsøerne2015
11Norddjurs1914
12Odder 1913
13Faaborg  198
14Roskilde 204