Seinnapartin spældi Team Sydhavsøerne dyst á heimavølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini móti Midtjyllandi.
Tað góða var, at Pauli Mittún var aftur at síggja á vøllinum fyri suðuroyggjamenn, men tíverri taptu hann, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir 27-32 fyri Midtjyllandi í Lollands Bank Arena. Midtjylland var á odda 17-11 í steðginum. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað heimaliðnum at minka til 25-27, men nærri komu teir tíverri ikki.
Talan var um fimta tapið á rað hjá suðuroyggjamonnum, ið nú eru triðaftast í deildini við 15 stigum, og liggja teir til at flyta niður. Odense á fjórðaftasta plássinum hevur 15 stig, Norddjurs hevur 16 stig, og Odder hevur 17 stig. Enn ber til at bjarga plássinum í deildini, men tað verður torført.
Sunnudagin 6. apríl spælir Team Sydhavsøerne dyst á útivølli móti Rækker Mølle.
Bogi Hansen, Leivur Mortensen, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í FIF taptu á útivølli greitt 30-38 (16-18) fyri Norddjurs.
Leivur skoraði trý mál og Bogi eitt mál.
FIF er nummar sjey í deildini við 22 stigum.
Í morgin klokkan 13 spæla Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ móti Odense á útivølli. HØJ er fremst í deildini við 42 stigum.