Pætur Petersen til B36

Pætur Petersen fer í ár aftur at spæla við B36. Sáttmálin var undirskrivaður fyrrapartin.

Soleiðis skrivar B36:

 

Pætur er orkuríkur álopsspælari, ið kann spæla á øllum teimum framrættaðu plássunum.

26 ára gamli skálvíkingurin spældi sínar fyrstu dystir í bestu deildini fyri B36. Sum smádrongur flutti hann úr barndómsfelagnum B71 til B36 at spæla, og her var hann í útivið fimm ár í alt ta ferðina. Undir Eyðuni Klakstein sum høvuðsvenjara fekk hann sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í 2015.

Pætur hevur eisini spælt fyri EB/Streym, HB, KA Akureyri og KÍ. Og nú er hann so aftur í B36.

- B36 er heimligt fyri meg, og tað kennist væl og rætt at vera aftur í B36-húsinum. Hetta eru eisini spennadi broytingartíðir í felagnum, og eg eri fegin um stóra áhugan, sum felagið hevur víst mær, sigur hann.

Hann hevur eisini spælt 11 landsdystir og skotið tvey mál fyri Føroyar. Tann seinasta í september í fjør.

Pætur verður við í hópinum, tá menninir spæla venjingardyst ímóti TB klokkan 13.00 í dag.

Hjartaliga vælkomin aftur til B36, Pætur!