Fleiri tíðindamiðlar vita í kvøld at siga, at pápi Barcelona-stjørnuna, 16 ára gamla, Lamine Yamal, er stungin við knívi.
Hendingin fór fram á einum parkeringsplássi í spanska býnum, Mataró.
Pápin, sum kallast Mounir Nasraoui, varð fluttur á sjúkrahús eftir tilburðin.
Sagt verður, at talan er ikki um álvarsligar skaðar.
Sambært sponskum heimasíðum er Mounir Nasraoui longu sloppin heim aftur av sjúkrahúsinum seinnapartin í dag.
Lamine Yamal hevur sett eina røð av metum, og hann var ein týdningarmikil leikari á spanska landsliðnum, sum gjørdist EM vinnari í summar.
- Longu nú er blaðungi leikarin vorðin ein stjørna á besta liðnum hjá Barcelona, vita útlendskir miðlar at siga í kvøld.
##med2##