Ferðslan í miðbýnum í Havn verður ávirkað av arbeiði í morgin.
Tinghúsvegurin verður stongdur frá Vaglinum niðan til Sverrisgøtu mikudagin 19. februar klokkan 9 til 12 í sambandi við, at trø verða skorin og feld í Sloans garði.
Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá.
Eisini partur av Nólsoyar Páls gøtu er stongdur, meðan arbeiðið fer fram, skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.