Tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri ráfiskatilfeingi fyri hesa vikuna, varð sagt, at trý partrolarapør vóru til fiskiskap eftir upsa.
- Og skipini hava brúkiligan fiskiskap.
Tvey pør eru á gulllaksaveiði. Tað verða tey í nakrar mánaðir aftrat, tá gulllaksavertíðin roknast við at vara fram til heystar.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tríggir eru í bretskum sjógvi og fiska svartkalva, og ein frystitrolari fiskar svartkalva undir Føroyum.
Tríggir trolbátar hava verið úti. Teir hava mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski. Trolbátarnir koma inn at landa fyrst í hesi vikuni.
Trý garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap, og eitt garnaskip fiskar havtasku.
- Øll garnaskipini helst koma inn at landa landa í hesi vikuni, verður lagt aftrat.