Tað vera, ið hvussu er tveir føroyskir landsliðsleikarar at finna í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum komandi kappingarár.
Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ vunnu á útivølli stórsigur 33-21 á Odder. Heimaliðið var frægari við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var HØJ frammanfyri 14-11. Í seinna hálvleiki koyrdi tað sum eftir ánni hjá Paula og liðfeløgunum, ið høvdu nógvar áskoðarar við sær, ið sluppu at uppliva, at dreymurin hjá teimum og leikarunum gekk í uppfylling.
HØJ vinnur næstbestu deildina við 44 stigum. Liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, Aarhus endaði næstfremst við 42 stigum.
Teis og liðfelagarnir í Aarhus leiktu í dag á útivølli javnt 26-26 móti gamla liðnum hjá Teis, Tønder. Í steðginum var javnleikur 11-11. Teis var noteraður fyri tvey mál.
Aarhus skal nú spæla dystir um rættin at flyta upp í bestu deildina. Komandi kappingarár fer Óli Mittún at spæla við stórliðnum, GOG. Vónandi megnar Aarhus at gerast triðja føroyingaliðið í bestu donsku deildini komandi kappingarár.
Øll føroyingaliðini í næstbestu donsku deildini vunnu í dag.
Bogi Hansen, Janus Dam Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF endaðu kappingarárið við einum 34-32 (14-12) útisigri á Roskilde. Bogi skoraði fimm mál, Janus skoraði trý mál, og Leivur skoraði eitt mál.
FIF endaði á sjeynda plássinum við 24 stigum. FIF vann 12 dystir, og teir taptu 12 dystir.
Aftaná seks tap á rað eydnaðist tað Pæturi Mikkjalssyni, Paula Mittún og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne at fáa ein sigur í seinasta umfarinum. Suðuroyggjamenn vunnu á heimavølli 23-21 (14-12) á Faaborg. Pauli skoraði tvey mál, og Pætur skoraði eitt mál.
Team Sydhavsøerne endaði kappingarárið á níggjunda plássinum við 17 stigum. Pætur Mikkjalsson sigur í stuttari viðmerking til in.fo, at liðið verður styrkt til komandi kappingarár, og tá er betri í væntu.
Liðið hjá Kjartani Johansen, Lemvig-Thyborøn vann á 36-25 (18-11) á Skive. Lemvig-Thyborøn, ið flutti niður farna kappingarár endaði á einum fjórða plássi við 33 stigum.
Skive endaði á triðja plássinum við 37 stigum, og tí skulu teir eins og Aarhus spæla dystir um rættin at flyta upp í bestu deildina.