Niels Kaas er kassameistari í danska Tjóðbankanum. Hann hevur ábyrgd av avtøkuni av danska 1000-krónurseðlinum og teimum eldru pengaseðlunum.
Pengaseðlarnir, sum ikki kunnu nýtast at gjalda við eftir 1. juni, eru seðlar, sum danski Tjóðbankin gav út í 1944, 1952, 1972 og 1997 og allir 1000-krónuseðlar. Eftir 31. mai 2026 kunnu hesir pengaseðlar heldur ikki latast bankunum.
Føroyingar, sum hava hesar pengaseðlar, kunnu lata teir inn í sínum banka.
Pengaseðlarnir, sum framvegis eru í umfer, hava eitt virði á 1,7 milliardir krónur. Tað ber ikki til at siga, hvussu nógvir av hesum eru í Føroyum, men Niels Kaas væntar, at eisini føroyingar hava pengaseðlar liggjandi, sum skjótt gerast virðisleysir, og tí er týdningarmikið at kunna fólk.
- Talan er um seðlar, sum eru upp til 80 ára gamlir. Tí er týdningarmikið at boða fólki frá hesum, og eitt nú kunnu tað vera fleiri eldri fólki sum hava gamlar pengaseðlar liggandi.
Enn eru ikki nógvir føroyingar, sum hava latið bankunum pengaseðlar, men Niels Kaas væntar, at fleiri fara at koma, tá freistin 31. mai í 2026 nærkast, tí tá kunnu pengarnir ikki latast bankunum longur.