Nývaldu býráðslimirnir eru hesir:
Per Martin Gregersen, Unn Jarnskor Ellingsgaard, Heri Mikálsson, Hanna Jensen, Pól í Skorini, Rebekka Jensen, Uni Rasmussen, Magnus Skoralíð og Ann Fuglø.
Á skránni fyri fundin var val av borgarstjóra, varaborgarstjóra, umframt val av nevdarlimum til føstu nevndirnar og aðrar nevndir.
Tað varð einmælt samtykt at velja Per Martin Gregersen til borgarstjóra. Eisini var einmælt samtykt at velja Una Rasmussen til varaborgarstjóra.
EFøstu nevndirnar vórðu eisini mannaðar, og var hetta somuleiðis einmælt samtykt.
Nevndirnar eru mannaðar soleiðis:
Fíggjarnevnd
Per Martin Gregersen, formaður, Magnus Skoralíð og Unn J. Ellingsgaard
Byggi & býarskipanarnevnd
Heri Mikálsson, formaður, Uni Rasmussen og Ann Fuglø
Mentanarnevnd
Hanna Jensen, forkvinna, Pól í Skorini og Rebekka Jensen
Trivnaðarnevnd
Unn J. Ellingsgaard, forkvinna, Rebekka Jensen og Magnus Skoralíð
Vinnunevnd
Pól í Skorini, formaður, Ann Fuglø og Uni Rasmussen
Nývalda býráðið tekur við á nýggjárinum.
##med2##