Í kvøld tóku landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn móti Aarhus á heimavølli. Talan var um seinasta kappingardystin hjá Keypmannahavn í hesum árinum.
Tað eydnaðist Pernille og liðfeløgunum at vinna dystin 38-35. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 17-16.
Pernille var effektiv. Hon fekk fýra málmøguleikar og hon setti allar í netið. Harumframt vann Pernille liðnum trý brotskøst.
Keypmannahavn heldur EM og jólasteðg á fjórða plássinum í deildini við 14 stigum fyri níggju dystir.
2. januar spælir Keypmannahavn dyst á útivølli móti liðnum hjá Anniku F. Petersen og Lív S. Poulsen, EH Aalborg.
Pernille fer nú saman við liðfeløgunum á føroyska landsliðnum at hugsavna seg um fyrireikingarnar til EM-endaspælið, har dystir móti Sveis, Kroatia og Danmark bíða í Sveis. Áðrenn tað skulu Føroyar spæla tveir venjingardystir móti svenska ligalandsliðnum á heimavølli.