Póllendingur ákærdur fyri at sláa Mette Frederiksen

Ein maðurin er ákærdur fyri harðskap ímóti forsætisráðfrúuni í Danmark, Metta Frederisekn, á Kultorvet herfyri. Tað upplýsir verjin hjá honum.

 

Tað var ein 39 ára gamal ávirkaður póllendingur, sum leyp á forsætisráðfrúuna hendan dagin á Kultorvet í Keypmannahavn. Ein lækni segði mannin vera í sálarligari ójavnvág.

Maðurin, sum sigur í varðhaldi, noktar seg sekan.

 

Áður hevur advokaturin Henrik Karl Nielsen ført fram, at talan ikki er um politiskt motiveraða gerð, um maðurin verður funnin sekur.

 

- Ákæruvaldið kann sita og droyma um ein dóm upp á tríggjar mánaðir, men rættargangslógin leggur upp til, at tað snýr seg um 40 daga fongsulsrevsing, um hann verður dømdur, segði advokaturin í rættarfundinum.

 

Undir kanningararbeiðinum avhoyrdi løgreglan forsætisráðfrúuna. Hon hevur sagt, at maðurin fyrst segði okkurt óskiljandi við hana og síðani rakti hana.

 

Persónurin "breyt ígjøgnum", skal hon hava sagt, sambært frágreiðing hjá løgregluni, sum er lisin í rættinum. Hon er ikki vís í, um hann miðaði slagið móti andlitinum á henni.

 

Eftir hendingina, sum fór fram undir valstríðnum til ES-tingið, avlýsti Mette Frederiksen fleiri fundir.

 

Ákærdi hevur búð í Danmark í fleiri ár. Seinast hevur hann búð í einum kamari í Brøndby. Foreldrini og ein beiggi búgva eisini í Danmark.

 

Beint eftir hendingina varð hann av embætismonnum mettur at vera fullur og møguliga ávirkaður av rúsevnum. Áðrenn orrustuna við Mette Frederiksen hevði hann millum annað stolið rúsdrekka úr einum Lidl handli.

 

Síðan 8. juni hevur 39 ára gamli maðurin sitið í varðhaldi. Grundgevingin hjá rættinum er, at tað kann hugsast, at hann sum frælsur maður kann rýma undan rættarmálinum.