Professarin, Janne Haaland Matlary, heldur, at Evropa eigur at stuðla Ukraina í nógv størri mun, tí tað kann koma at fáa stórar avleiðingar fyri Evropa, um Russland vinnur kríggið í Ukraina

Professari: - Noreg má hjálpa Ukraina meira

- Tað kann koma at fáa stórar avleiðingar fyri Evropa, um Russland vinnur kríggið í Ukraina, sigur professari í altjóða politikki við Universitetið í Oslo

Professarin, Janne Haaland Matlary, heldur, at Evropa eigur at stuðla Ukraina í nógv størri mun, tí tað kann koma at fáa stórar avleiðingar fyri Evropa, um Russland vinnur kríggið í Ukraina

- Tað er upp á tíðina at evropeisk lond gera meira fyri at hjálpa Ukraina, sigur norski professarin, Janne Haaland Matlary, nú árliga trygdarráðstevnan er í München.

 

Hetta er ein ráðstevna, sum verður mett at vera heimsins størsta forum innan verju-og trygdarpolitikk.

 

Ráðstevnan verður hildin, nú stutt eftir, at Donald Trump hevur sett seg í forsetasessin í USA, samstundis sum forsetarnir í USA og Russlandi eru vorðnir samdir um at fara undir samráðingar um kríggið í Ukraina.

 

Í gjár segði amerikanska Ukraina-umboðið, Keith Kellogg, at Evropa verður ikki við í samráðingunum um Ukraina, og enn er ógreitt, um Ukraina ynskir at verða við.

 

- Um Zelenskyj ikki vil samráðast, kann hann fáa meira stuðul í Evropa og halda fram at stríðast móti russiska hersetingarvaldinum, sigur norski professarin, Janne Haaland Matlary.

 

Hon er professari í altjóða politikki við Universitetið í Oslo og heldur, at Evropa eigur at stuðla Ukraina í nógv størri mun, eftir Trump-umsitingin hevur tikið yvir í USA.

 

Soleiðis, sum Janne Haaland Matlary sær støðuna, eru trý alternativ fyri Evropa:

 

Hitt eina er at búgva Evropa betur út hernaðarliga. Hitt næsta er at stuðla Ukaina við einum veruligum trygdargarantii. Triði møguleikin er einki at gera.

 

Professarin heldur, at Evropa eigur at stuðla Ukraina í nógv størri mun enn higartil, tí tað kann fáa stórar avleiðingar fyri Evropa, um Russland vinnur kríggið.

 

Lesið eisini grein á tv2.no - https://www.tv2.no/nyheter/innenriks/professor-norge-ma-stille-opp-mer-for-ukraina/17462850/

 

 

 

 

 

Professarin, Janne Haaland Matlary, heldur, at Evropa eigur at stuðla Ukraina í nógv størri mun, tí tað kann koma at fáa stórar avleiðingar fyri Evropa, um Russland vinnur kríggið í Ukraina