Putin takkar norðurkoreanska leiðaranum fyri hjálp

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sendir eina persónliga tøkk til norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, fyri íkastið hjá norðurkoreanskum hermonnum at trýsta ukrainskar hermenn úr russiska økinum Kursk

Russiski forsetin, Vladimir Putin, vitjaði í Norðurkorea í juni 2024. Tað var fyrstu ferð síðani 2000, at Putin vitjaði landið. (Arkivmynd). - Mynd: Kristina Kormilitsyna/Ritzau Scanpix

Tað sigur Putin í eini fráboðan frá russiska forsetaskrivstovuni.

- Okkara koreansku vinir virkaðu av eini kenslu av samleika, rættvísi og felagsskapi, stendur í fráboðanini.

- Vit virðismeta hetta og eru inniliga persónliga takksom fyri formannin í ríkismálanevndini, felagnum Kim Jong-un, allari leiðsluni og fólkinum í DPRK, leggur fráboðanin afturat.

DPRK er ein stytting av almenna navninum hjá Norðurkorea, Demokratiska Fólkalýðveldið Korea.

Ritzau/Reuters

 

 

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, vitjaði í Norðurkorea í juni 2024. Tað var fyrstu ferð síðani 2000, at Putin vitjaði landið. (Arkivmynd). - Mynd: Kristina Kormilitsyna/Ritzau Scanpix